Landsfelag fyri foreldur

Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

 

Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast. Hvussu kunnu vit foreldur stuðla uppundir hetta?

 

Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum 60 fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu tekna limaskap.

Nýtt

PISA-kanning 2009

Úrslitið av PISA-kanningini 2009 um förleikar hjá föroyskum 9. floksnæmingum er greitt -- og aftur blunka ávaringarljósini.

Grein í Dimmalætting: Foreldini mangla í fólkaskúlanum

Dimmalætting skrivar at bólkurin, sum skrivaði álitið í Taliskanningini, sum var almannakunngjørd herfyri, undrast á, at foreldur og skúlastýri ongan ella lítlan leiklut spæla í fólkaskúlanum.

TALIS kanningar: Tilráðing um átøk og tiltøk

Herfyri vóru TALIS-kanningarnar gjørdar millum lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum. Ein nevnd hevur nú handað landsstýriskvinnuni álit, sum útgreinar og lýsir nærri niðurstøður og staðfestingar í kanningunum.

Fundur um fráboðaðu skerjingarnar í játtanini, og um skúlareformin

Fundur verður týskvøldið 11. mai kl. 20 í miðhøllini í Argja Skúla í samband við fráboðaðu skerjingarnar í játtanini til fólkaskúlan skúlaárið 2010-2011, og um fráboðaða skúlareformin. Fundurin er serliga ætlaður foreldraumboðum.

Ráð til foreldur frá Sørvágs skúla

Foreldur í Sørvágs skúla fingu hesi ráð heim við.


Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.