22.06.2006


Heim og Skúli er landsfelag fyri foreldraumboð í skúlastýrum

Landsfelagið Heim og Skúli varð stovnsett á aðalfundi í Kommunuskúlanum í Tórshavn leygardagin tann 10.juni. Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum umleið 60 fólkaskúlunum kring alt landið.

Á aðalfundinum greiddi Claus Reistrup, fulltrúði í Mentamálaráðnum frá PISA-kanningunum, meðan Jenny Lydersen vegna Mentamálaráðið bjóðaði nýggja felagnum vælkomnum. Hon vísti á, at foreldur hava ein týdningarmiklan leiklut í sambandi við menningina av fólkaskúlanum, og við hesum felag fáa myndugleikarnir betri møguleika at samskifta við umboð fyri øll foreldur í føroyska fólkaskúlanum.

 

Aðalfundurin valdi trý fólk í nevndina fyri felagið: Lis Mortensen, formaður, Gudny Hentze, skrivari, og Marni Tyril.

 

Tann nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at foreldur skulu seta sín dám á skúlan, har børn teirra ganga. Fyri at fremja hetta var fest í lógina, at allir skúlar skuldu hava skúlastýrir við trimum fólkavaldum foreldraumboðum. Tað eina av hesum foreldrum er skúlastýrisformaður. Nýggja skúlalógin er framsøkin og hóast tað er ymiskt, hvussu væl skipanin við skúlastýrum hevur riggað kring landið, hevur hon ført við sær møguleikar hjá foreldrum at ávirka skúlan hjá børnum sínum. Seinastu árini er vorðið alsamt greiðari, at tey einstøku skúlastýrini kunnu viðgera lokal mál hjá einstaka skúlanum, meðan tað hevur verið trupult at vera hoyrd um meira almenn mál um skúlaskap sum til dømis broytingar av skúlalógini ella menning av fólkaskúlanum sum heild.

 

Við nýggja landsfelagnum Heim og Skúli hava foreldur tikið stig til at skapa skipað samstarv millum skúlarnar, soleiðis at leikluturin hjá foreldrum í fólkaskúlanum kann gerast sjónligari.

 

Líknandi feløg hava virkað í mong ár í grannalondum okkara. Íslenkska felagið kallast t.d. Heimili og Skóli, svenska felagið Hem och Skole, meðan danska felagið eitur Skole og Samfund.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.