03.02.2017


Nú er nokk!

Viðmerking og áheitan, send Mentamálaráðnum og Próvstovuni/Námi 3. februar 2017.

Enn einaferð eru tøkniligir trupulleikar við talgildum royndum. Tvær ferðir uppá tríggjar dagar verður boðað frá, at tað ikki ber til at gjøgnumføra fyriskipaðar talgildar royndir.

Heim & Skúli heitir við hesum á Mentamálaráðið og Próvstovuna/Nám um at steðga við øllum talgildum royndum, til ein støðug og roynd loysn er funnin á tøkniligu trupulleikunum og til myndugleikar og skúlar kunnu veita vissu fyri, at teir eru førir fyri at lyfta uppgávuna.

Tað eru fleiri eyðsýndir fyrimunir við talgildum royndum, bæði fyri næmingar og lærarar, og tí er eingin ivi um, at hetta er vegurin fram. Men hesir fyrimunir verða sum er ikki nóg væl uppvigaðir av teimum vansum og tí órógvi, sum hevur staðist av talgildu royndunum, sum hava verið fyriskipaðar seinastu árini.

Tað kann ikki góðtakast, at skipanin svíkur ferð aftaná ferð. Virðismikil orka og tíð fer til spillis bæði hjá næmingum og lærarum. Næmingar, sum hava glett seg til royndirnar, verða vónbrotnir av ikki at sleppa at gera sítt besta, og næmingar, sum hava stúrt fyri royndunum, fáa staðfest, at royndir ikki eru eitt gott upplivilsi. Hetta kostar nógv menniskjansliga og fíggjarliga.

Royndir uttan úrslit eru verri enn ongar royndir

Einstaka royndin er mest áhugaverd fyri einstaka næmingin og lærara. At ein einstøk roynd gongur galið, er keðiligt fyri tann einstaka, og órógvar heildarmyndina. Størsta nyttuvirðið fyri myndugleikarnar í royndum er møguleikin at kunna eygleiða gongdir. Tí eru afturvendandi og sambærligar royndir eitt gott amboð. Tá fleiri royndir á rað ella afturvendandi svíkja, fánar samfelagsliga nyttuvirðið, tí møguleikin at samanbera gongdina við átøk, eitt nú fyri at styrkja lesiførleikan, hvørvur.

Ein átrokandi spurningur beint nú er, hvat skal gerast, um ikki ein nøktandi loysn er funnin, áðrenn veruligu landsroyndirnar í mai. Tveir eru kostirnir: Annaðhvørt at leypa royndina í ár um ella at brúka eina loysn, sum vit vita riggar.  Um valið stendur ímillum at gera enn eitt hol í royndarrøðina ella at fara aftur til gomlu skipanina, so eru vit ikki í iva: Gott í tykkum, brúkið pappír og blýant eina tíð, meðan orkan verður løgd í at finna neyðugar loysnir.

Nevndin fyri Heim & Skúla








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.