22.04.2017


Ársfrágreiðing 2016-17

Frágreiðing, sum Annika Sølvará, forkvinna, vegna nevndina gav aðalfundinum hjá Heim og Skúla 22. april 2017.

Nevndin stóð øll fyri vali á aðalfundinum 2. apríl. Fleiri ynsktu at fara úr, men eingin bjóðaði seg til at stilla upp. Tordis Nielsen fór úr nevndini, meðan hini játtaðu at taka eitt ár afturat, men gjørdu vart við, at hetta helst varð seinasta árið hjá teimum í nevndini.

Nevndin skipaði seg soleiðis: Annika Sølvará, forkvinna, Justin Philbrow, næstformaður og kassameistari, Mildrid á Lógv, skrivari, Olgar S. Mortensen og Súsanna Bertholdsen. Eingin tiltakslimur hevur verið.
Tey umboða skúlar í Tórshavn, Toftum, Klaksvík, Vági og Tvøroyri.

Farna árið hevur nevndin havt tveir formligar nevndarfundir, tann fyrri í mai, har vit skipaðu okkum og løgdu ætlanir fyri árið, tann seinni í november, har skúlastyrisvalið varð viðgjørt og evnisfundurin varð fyrireikaður. Annars hevur nevndin eins og áður samskift dúgliga serliga í Facebook bólkinum hjá nevndini, men eisini við telduposti og telefon. Hetta hevur m.a. verið um kunning í sambandi við skúlastýrisvalið í november, um fyrireiking av evnisdegnum fyri nýggju skúlastýrini og av aðalfundinum, um tíðindaskriv, um luttøku í arbeiðsbólkum og nevndum og líknandi.

Nógv orka varð løgd í at kunna um og reka til skúlastýrisvalið, sum var 8. november. Hetta var eitt av ynskjunum frá aðalfundinum seinast, at arbeitt varð við at fáa fleiri foreldur við og at geva teimum eina góða byrjan.

Hóast vit tíðliga byrjaðu at eftirlýsa kunning frá Mentamálaráðnum, so var kunningin eftir okkara tykki bæði ov avmarkað og ov seint úti. Vit skilja, at fleiri skúlar høvdu trupult við at fáa nóg nógv valevni á listan. Vit valdu tí at fara í miðlarnar við eini almennari áheitan. Tá avtornaði varð val til skúlastýri á flestu skúlum, á einstøkum skúlum var friðarval. Síðani valið hevur verið arbeitt við at fáa samband við nývaldu skúlastýrini og at geva teimum eina góða byrjan.

Evnisdagur fyri nýggj skúlastýri
Høvuðstiltakið hjá okkum var evnisdagurin, sum var í Læraraskúlahøllini 21. januar. Á skránni her var framløga frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu i Mentamálum, um skúlastýrisarbeiði, og framløga frá Mette With Hagensen, forkvinnu fyri systurfelagið í Danmark, Skole & Forældre. Aftaná var kjak á skránni. Framløgurnar og frásøgn frá fundinum eru á heimasíðuni.

Umleið 100 fólk vóru møtt og afturmeldingarnar vóru sera góðar.

Ein faldari um Heim og Skúla varð gjørdur til fundin. Hann er tøkur á heimasíðuni.

Í sambandi við vitjanina hjá Mette With Hagensen vóru umboð fyri nevndina saman við henni á fundum við umboð fyri Tórshavnar Kommunu og Mentamálaráðið. Eisini hevði nevndin eitt hugnakvøld saman við henni, har høvi varð at práta um dagin og um mál av felags áhuga.

Sum uppfylging av fundinum skrivaði Annika Sølvará ein kronikk til Dimmalætting  við heitinum: Skúlastýri sum eftirlit og bindilið. Greinin er á heimasíðuni

Nevndin hevur annars  hildið á við málum, sum arbeitt hevur verið við frammanundan:

-  at byggja upp og styrkja sambandið við skúlastýrini umvegis teldupost og annars at samskifta umvegis heimasíðuna heimogskuli.fo og Facebook síðu okkara.
- at hava beinleiðis samband og samskifti við Mentamálaráðið og aðrar avvarðandi partar um aktuell mál, her undir at luttaka í ymsum nevndum og ráðum vegna Heim & Skúla.    

NoKo fundur

NoKo er norðurlendsk samstarvsnevnd millum heim og skúla felagsskapirnar í Norðurlondum. Heim og Skúli hevur fyri mongum árum síðani verið á onkrum fundi, men ikki seinnu árini. Vit fingu í ár innbjóðing til fund, sum var í København 23. og 24. apríl. Mildrid á Lógv og Lisbeth Næs luttóku vegna Heim og Skúla á fundinum, har evnið var happing millum fólkaskúlanæmingar. Tær báðar hava júst greitt frá um fundin og samstarvið. Mælt verður komandi nevndini til at halda fast í hesum samstarvinum. Vit fingu eftir umsókn játtaðar kr. 7000 frá Mentamálaráðnum til ferðina.  

Fólkaskúlaráðið

Fólkaskúlaráðið við verandi limum hevur síðani tað fór til verka í februar 2016 havt nógvar fundir, á leið eina ferð um mánaðin. AS hevur umboðað Heim og Skúla. Í 2016 varð arbeitt við spurninginum um 10. flokk. Eitt álit varð handað landsstýriskvinnuni 2. februar, arbeiðið varð liðugt nakað fyrr. Álitið er tøkt á MMR heimasíðuni.

Síðani hevur Fólkaskúlaráðið arbeitt við spurninginum um fak- og tímabýti. Hetta er enn nokkso yvirskipað, men mett verður, at hetta er sera týdningarmikið evni í mun til karmar hjá børnum okkara.


Miðladekningur 2016-17

Skúlablaðið

Felagið hevur havt grein í hvørjum blaði, 6 bløð um árið,  sum eisini verða lagdar á FB síðu okkara.

Frá 2016 hevur plássið í blaðnum verið avmarkað, so vit koma framyvir bert av hava styttri stubbar og boð í blaðnum.

Loftmiðlar og bløð

Umboð fyri felagið hava fleiri ferðir verið í miðlunum um ymisk aktuell evni, bæði tá vit sjálvi hava sent okkurt tíðindaskrivið út og tá miðlar hava spurt um okkara hugsan.

Hava annars sent miðlunum ymiskt tilfar, sum eisini er lagt á heimasíðuna, og okkurt av hesum hevur verið lagt á portalar og prentað.

Heimasíðan og Facebook

Nevndin hevur leypandi lagt ymiskt aktuelt tilfar á FB síðu felagsins. Kunning um tiltøk, viðkomandi greinar um næmingar, læring, trivnað, KT o.s.fr. Endamálið er at eggja til kjak. Vit kunnu tó staðfesta, at tað er rættiliga avmarkað við viðmerkingum ella spurningum. Vit hava tosað um at stovna ein afturlatnan Facebook bólk fyri foreldravaldu skúlastýrisumboðini og felagið at samskifta í, men hildu tað vera best at bíða til nýggj nevnd tók við.

Fyrispurningar

Av og á stingast støður upp hjá skúlastýrum, og umboð venda sær til onkran í nevndini. Vit skráseta ikki hesar fyrispurningar, men svara eftir førimuni og taka mál upp, um vit meta, at tey eisini hava almennan áhuga.

Fígging av felagnum

Sum flestum kunnugt hevur felagið áður kravt limagjald frá skúlastýrunum. Hetta vísti seg at vera sera trupult av løgfrøðiligum og praktiskum orsøkum. Í samráði við Mentamálaráðið hava vit í staðin søkt um og fingið játtað árligan stuðul til virksemi felagsins. Hesin stuðulin hevur verið kr. 15.000 um árið frá 2016. Sama upphædd er játtað í 2017. Roknskapurin verður lagdur fram um eina løtu.

Samanumtøka

Eg og fleiri við mær fara nú at takka fyri okkum í nevndini,. Vit hava valt ikki at stilla upp aftur til skúlastýri hesaferð, vit hava tikið okkara tørn, nú vit hava sitið í fleiri ár.

Eg má siga fyri meg, at hetta hevur verið ein sera áhugaverd tíð, har vit í felag hava arbeitt við aktuellum og viðkomandi málum fyri okkum øll. Tað er ilt at siga ítøkiliga, hvat og hvussu nógv vit hava flutt, men eg eri sannførd um, at vit hava verið við til at varpa ljós á fólkaskúlaøkið og karmarnar hjá børnum okkara og beint fleiri mál rættan veg í øllum førum. Vit hava hjálpt skúlastýrunum kring landið, tá tey hava havt tørv á tí. Vit hava tala at og róst, har tørvur hevur verið á tí, alment og beinleiðis til myndugleikar. Vit hava verið við í ítøkiligum arbeiði, serliga saman við Mentamálaráðnum, sum flytur skúlan framá.

Samanumtikið tori eg at siga, at vit hava verið ein týðulig rødd vegna heimini hjá næmingum fólkaskúlans, sum tað verður lurtað eftir, bæði í mun til skúlar, myndugleikar og almenning. Tað verður settur stórur prísur uppá at hava Heim & Skúla sum sparringspartnara á økinum.

Eg vil at enda fegin takka tykkum, sum hava sitið í nevndini saman við mær fyri sera gott samstarv og góða samveru. Eisini havi eg verið fegin um góða samstarvið við fleiri skúlastýrislimir kring landið.

Síðst, men ikki minst, vilja vit í nevndini ynskja nývaldu skúlastýrunum blíðan byr og komandi nevndini góðan arbeiðshug. Vit vilja fegin verða til hjálpar fyrstu tíðina, til nevndin er komin á lagi, um tørvur er á tí.

vegna nevndina

Annika Sølvará, forkvinna








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.