03.05.2017


Frásøgn frá aðalfundi 22. apríl 2017


Árligi aðalfundurin hjá Heim og Skúla varð hildin í Skúlanum á Argjahamri leygardagin 22. apríl 2017 frá kl. 13 til 15.30.

Til staðar vóru um næstan 30 foreldraumboð úr 17 skúlastýrum kring landið. Nøkur kommunuumboð og onnur vóru við. Umframt hesi var eisini Regin Marnerson, stjóri á Námi og Próvstovuni, við sum gestarøðari.

Framløgur

Á fyrra partinum av fundinum vóru framløgur á skránni.

Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni, legði fram um møguleikarnar við royndum i fólkaskúlanum.

Hann greiddi frá, hvussu úrslitini frá landsroyndum kunnu brúkast og tók upp ymiskar mytur í samband við royndirnar, t.d. hvussu tað gongur at skipa talgildu royndirnar. Fitt kjak varð við fundarluttakararnar um ymiskt av tí, sum varð tikið fram. Víst varð á, at royndirnar kanna bert ein lítlan part av tí, sum næmingarnir læra í skúlanum, og at royndirnar tí helst ikki eiga at fáa so stórt fokus og uppmerksemi, sum tær til tíðir fáa. Víst varð á, at tað er møguleiki fyri og tørvur á at granska royndarúrslitini fyri at kunna brúka tey til at betra um læringina, har tað er tørvur á tí.

Mildrid á Lógv og Lisbeth Næs løgdu síðani fram um luttøku á norðurlendskum fundi um heim & skúla samstarv. Tær vóru á ein NoKo fund í Keypmannahavn vegna felagið. Tær greiddu frá um, hvat londini hvør í sínum lagi gera fyri at basa happing í skúlanum. Eisini vístu tær myndir frá skúlavitjan, sum var partur av tiltakinum.

Aðalfundur

Síðani var aðalfundurin við skrá sambært lógini:

1. Val av fundarstjóra – Annika Sølvará var fundarstjóri

2. Val av fundarskrivara – Justin Philbrow var fundarskrivari

3. Ársfrágreiðing – Annika legði fram ársfrágreiðingina vegna nevndina, Frágreiðingin liggur á heimasíðuni.

4. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar – Justin legði fram roknskapin og uppskot til fíggjarætlan fyri næsta árið. Eftirsum nýggj nevnd tekur við, verður tað upp til nýggju nevndina  at gera endaliga fíggjarætlan. Fíggjarkarmurin er kr. 15.000 árliga, sum felagið eftir umsókn fær í stuðli frá Mentamálaráðnum. Semja var um, at fíggjarkarmurin er alt ov avmarkaður. Arbeitt eigur at vera fyri at fáa meira pening at arbeiða við, hetta kann m.a. gerast við at søkja stuðul til ítøkilig tiltøk.  

5. Framtíðar mál hjá felagnum – Orsakað av nevndarskiftinum varð einki mál sett á skránna.

6. Uppskot til samtyktar – einki uppskot var innkomið.

7. Val av nevnd – Fýra av fimm nevndarlimum eru ikki longri foreldraumboð í skulastýrum og takka tí fyri seg í nevndini. Tað eru Annika, Justin, Olgar og Súsanna. Mildrid, sum hevur verið í nevndini í fýra á játtaði eftir áheitan at taka eitt ár afturat fyri at fáa framhald í arbeiðið hjá nevndini. Síðani varð heitt á fólk um at stilla upp. Fleiri umboð bjóðaðu seg fram, meira enn tað formliga er krav um. Heldur enn at hava val, varð gjørt av, at øll luttaka í nevndararbeiðinum komandi árið.

Nevndin verður hendan:


o  
Jóngerð M. Nielsen (úr Vestmanna skúlastýri)
o   Rúna Antoniusen (úr skúlastýrunum fyri Skúlan við Løgmannabreyt)
o   Eyðhild Mørk (úr Vágs skúlastýri)
o   Janus Vang (úr skúlastýrinum í Kaldbaks Skúla)
o   Signy Hermansen (úr skúlastýrunum fyri Sankta Frans skúla)
o   Beinta Lisberg (úr skúlastýrinum fyri Skúlan við Streymin)
o   Mildrid á Lógv (úr skúlastýrinum fyri Skúlatrøð)
o   Jóhan Muller (úr Vestmanna skúlastýri) – tiltakslimur
o   Rakul Brataberg (úr Vágs skúlastýri) – tiltakslimur

Nevndin skipar seg sjálv á fundi í næstum. Fráfarandi nevndin lovaði at verða til hjálpar, til arbeiðið hjá nýggju nevndini er skipað.


8. Ymist


Semja um at stovna ein afturlatnan facebook bólk fyri nevndina og foreldravaldu skúlastýrislimirnar at samskifta í um fundir og mál av felags áhuga.

 

 

 








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.