03.05.2017


Nýggj nevnd hevur tikið við hjá Heim & Skúla


Á aðalfundi felagsins, sum var 22. apríl, varð nýggj nevnd vald fyri Heim & Skúla. Fýra av fimm nevndarlimum fóru úr nevndini, tey eru ikki longri foreldraumboð í skúlastýrum. Ein nevndarlimur játtaði at stilla uppaftur fyri at tryggja framhald í arbeiðinum. Síðani játtaðu átta umboð afturat at stilla upp.

Heldur enn at hava stríðsval, varð gjørt av, at øll hesi virka í nevndini komandi árið. Hetta gevur møguleika fyri at spjaða felagsuppgávurnar á fleiri hendur og fyri meira og fjølbroyttari kjaki og sjónarmiðum.

Breið umboðan

Teir 9 nevndarlimirnir umboða 7 ymisk skúlastýri, og eiga tilsamans 29 børn -  undir skúlaaldur, í skúlaaldri og omanfyri fólkaskúlaaldur. Tað eru 7 kvinnur og 2 menn, ymisk í útbúgving, arbeiðsroyndum og frá skúlum í ymsum støddum. 2 hava sitið í skúlastýrið undan hesi setuni, meðan hini eru nývald. Hetta gevur nevndini góðan førning at umboða foreldur og skúlastýri í málum, sum viðvíkja heim og skúla málum og samstarvi.

Nevndin skipað seg

Á fundi 2. mai skipaði nevndin seg soleiðis:

Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, forkvinna. Vestmanna skúlastýri.
Mildrid á Lógv, næstforkvinna. Skúlastýrið á Skúlatrøð.
Rakul Borg Brattaberg, kassameistari. Vágs skúlastýri.
Rúna Antoniusen, skrivari. Skúlastýrið fyri Skúlan við Løgmannabreyt.
Janus Vang, tekniskur ábyrgdari. Kaldbaks skúlastýri.
Beinta Lisberg. Skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin.
Eyðhild Mørk. Vágs skúlastýri.
Johan Müller. Vestmanna skúlastýri.
Signy Alexia Hermansen. Skúlastýrið fyri Sankta Frans Skúla.

Nevndin gjørdi av at hittast á fundi aftur í næstum at tosa um, hvørji mál felagið skal arbeiða við komandi árið. Nevndin tekur fegin móti hugskotum frá foreldraumboðum í skúlastýrum og frá foreldrum at skúlabørnum yvirhøvur. 

Styrkja samskiftið við foreldraumboðini

Á aðalfundinum varð gjørt av at royna at styrkja sambandið og samskiftið við foreldraumboðini í skúlastyrunum. Talan er um meira enn 100 fólk kring landið. Nevndin hevur stovnað ein afturlatnan Facebook bólk, har foreldraumboðini verða boðin við. Til ber eisini at leita eftir bólkinum, sum kallast “Foreldraumboð í skúlastýrum 2017-2020” og biðja um limaskap.

Felagið hevur eisini heimasíðuna heimogskuli.fo og opnu Facebook síðuna Foreldrafelagið Heim og Skúli, har tíðindi um viðkomandi viðurskifti verða løgd út. Frásøgn frá aðalfundinum er tøk her


Mynd frá vinstru: Signy, Rúna, Jóngerð, Eyðhild, Rakul, Janus, Mildrid, Beinta og Johan.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.