15.01.2018


Foreldraumboðsdagur


Tann 3. Februar 2018, bjóða vit í Heim og Skúli tykkum foreldravaldu skúlastýrisumboðum til eina áhugaverda framløgu á Skúlanum við Løgmannabreyt.
Tiltakið er kl.13 - 15.
Mentamálaráðið hevur valt at varpa ljós á málmenning í 2018, og hava vit fingið Karolinu Matras at koma til okkara og hava eina framløgu við yvirskriftini: "Hvussu kunnu vit sum foreldur styrkja málmenningina hjá børnum okkara?"
Vit bjóða sjálvandi kaffi/te og okkurt søtt afturvið.

Skrá:
13.00 Forkvinnan í Heim og Skúli Jóngerð M. Nielsen bjóðar vælkomin
13.10 Præsentatión av nevnd og luttakarum
13.30 Framløga Karolina Matras
14.00 Steðgur
14.20 Kjak sum tekur støði í framløguni hjá Karolinu
15.00 Vit taka samanum og takka fyri í dag

Vinarliga
Jóngerð M. Nielsen, forkvinna í Heim og Skúli








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.