11.03.2007


Uppskot til reglugerð

11.mars 2007 Nýtt uppskot til endamálsorðing, reglugerð og skipan av foreldrafelagnum Heim og Skúla skal leggjast fyri aðalfundi.

Uppskot til reglugerð til Heim og Skúla, landsfelag fyri foreldur

Sent til hoyringar hjá skúlastýrum, desembur 2006

 

Grundleggjandi reglur

§1 Navn

Navn felagsins er Heim og Skúli.

§2 Endamál og uppgávur

Felagið hevur sum endamál

• at menna samstarv millum heim, skúla og aðrar samfelagsstovnar við tí fyri eyga at betra livikorini hjá børnum;

Felagið hevur sum uppgávur

• at varða av áhugamálum hjá foreldrum og verjum at børnum í føroyskum skúlum;

• at styrkja luttøku og ávirkan hjá foreldrum og verjum í forskúlum, skúlum og samfelagnum annars;

• at ráðgeva heimum og skúlum;

• at menna førleikan hjá limunum við upplýsandi tilfarið og øðrum;

• at royna at fáa umboðan í instansum, sum viðgera skúlan

§3 Óheft

Heim og Skúli er flokspolitiskt, átrúnaðarliga og fakliga óheft.

§4 Arbeiðsmáti

Heim og Skúli skal halda seg til og fylgja andanum í samstyktum frá aðalfundum.

§5 Virkisár

Heim og Skúli hevur virkisár og roknskaparár saman við kalendaraárinum.

Limir

§6 Limaskapur

Í felagnum eru fýra ymiskir limaskapir

• Einstakir limir: Foreldur og verjar við børnum í føroyskum skúlum, sum virða endamálið hjá felagnum kunnu vera limir.

• Skúlastýrislimir: Foreldraumboð í skúlastýrum kunnu vera limir.

• Heiðurslimir: Fólk, sum á serligan hátt hava tænt endamálinum hjá felagnum, kunnu veljast til heiðurslimir av nevndini.

• Stuðulslimir: Fólk, sum vilja stuðla endamálinum og arbeiðinum hjá felagnum, kunnu gerast stuðulslimir um tey ikki uppfylla aðrar mátar at vera limir.

Limir gjalda eitt árligt gjald til felagið. Gjaldið hjá skúlastýrislimum skal svara til ta ávirkan, ið limurin hevur. Limir hava valbæri og valrætt og kunnu seta uppskot fram. Tó eru niðanfyri standandi undantøk:

Heiðurslimir skulu ikki rinda limagjald og limaskapurin er ikki tíðaravmarkaður. Heiðurslimir hava øll limarættindi, tó ikki valbæri.

Stuðulslimir hava ikki valrætt og heldur ikki valbæri.

Limur, sum týðiliga ikki virðir endamálið hjá felagnum, kann verða ekskluderaður. Nevndin tekur avgerð um eksklutión og limurin hevur rætt at klaga avgerðina upp til tveir mánaðir eftir hon er tikin, og at fáa eksklutiónina til viðgerðar á næsta aðalfundi, har aðalfundurin endaliga tekur avgerð.

Limaskapur kann sigast upp við at boða felagnum frá.

Aðalfundur

§7 Vald

Aðalfundurin er hægsta vald felagsins og verður hildin eina ferð um árið.

§8 Fráboðan

Fundarfráboðan skal sendast til limirnar í seinasta lagið fýra vikur áðrenn fundin. Uppskotið hjá nevndini til fundarskrá skal sendast út í seinasta lagið tvær vikur áðrenn fundin.

§9 Fundarskrá

Á aðalfundi skulu hesi punkt vera á skránni:

1. Ásetan av galdandi atkvøðum

2. Val av fundarstjóra

3. Val av fundarskrivara

4. Kanna um fundurin er lógligur

5. Ásetan av fundarskrá

6. Ársfrágreiðing

7. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar

8. Framtíðar mál hjá felagnum

9. Uppskot til samtyktar

10. Val av nevnd

11. Ymist

§10 Uppskot

Á aðalfundi kunnu uppskot til samtyktar bara viðgerast um tey eru við í fundarskránni. Nevndin skal hava uppskot til samtyktar í seinasta lagið 3 vikur áðrenn aðalfundin, skal uppskotið á fundarskránna.

§11 Samtyktir

Á aðalfundinum hava skúlastýrislimir eitt atkvöðutal, ið svarar til talið av børnum í skúlanum býtt við talið av foreldraumboðum í skúlastýrinum. Aðrir limir við valrætti hava eina atkvöðu. Um ikki samtyktirnar annars siga okkurt annað, er eitt uppskot viðtikið tá meir enn helvtin av atkvøðunum eru fyri uppskotinum.

 

§12 Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur skal innkallast

1. Tá nevndin heldur tað er neyðugt

2. Um skriftlig áheitan við orsøk kemur til nevndina frá minst 25% av limunum.

Nevndin

§13 Samanseting

Í nevndini eru fimm limir og tveir eykalimir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Nevndin situr í eitt tvey ára skeið. Eingin kann vera formaður í meiri enn seks ár tilsamans.

§14 Uppgávur

Nevndin stýrir arbeiðinum hjá felagnum og tekur avgerðir millum aðalfundir, um hesar ikki eru í stríð við samtyktir felagins.

Nevndin skal fyrst og fremst arbeiða eftir endamálið felagsins, harafturat skal nevndin

• fyrireika aðalfundir eftir lógum og reglum felagsins

• seta í verk tær avgerðir, ið tiknar verða við hesar aðalfundir

• lurta eftir og taka til eftirtektar sjónarmiðini hjá aðalfundinum og arbeiða í samsvar við tí meining sum aðalfundurin úttrykkur

• gera grundreglur fyri arbeiðsbólkar og aðrar funktiónur, sum nevndin hevur sett

• velja limir til arbeiðsbólkar og aðrar funktiónir, og eisini velja heiðurslimir

• hava eftirlit við roknskapi og limarøkt hjá felagnum

• seta og loysa úr starvi starvsfólk, gera grundreglur fyri arbeiði teirra og avgera arbeiðsviðurskifti teirra annars.

 

§15 Títtleiki

Nevndin skal halda fund minst fýra ferðir um árið og annars táið formaðurin ella minst helvtin av nevndini kallar inn til fundar.

§16 Avgerðir

Nevndin kann taka avgerðir um meira enn helvtin av nevndini er til staðar. Nevnin tekur avgerðir við vanligari fleirtalsavgerð.

 

 






Viðfestar fílur

Uppskot_til_regluger__til_Heim_og_Skula_des2006.doc36 K

Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.