15.03.2009


Almannakunngjørdar uppgávur frá PISA-undankanningini 2005.

PISA-spurningarnir eru øðrvísi bygdir upp enn teir spurningar, sum tey ungu vanliga kenna til. Tað hevur týdning, fyri at avmystificera kanningina, at teir spurningar, sum vera almannakunngjørdir røkka út til lærararnar.

Nógvir av lærarunum vita ikki at tað ber til at síggja nakrar spurningar av teim báðu farnu PISA kanningunum. Teir høvdu við hesum spurningum havt møguleika at sæð, hvussu vanligir spurningar eru uppbygdir, hvussu tað føroyska málið hevur verið higartil, hvussu teir eru kotaðir, so ein sær um hesin testar lesing, rokning, náttúrufak ella annað. Og teir høvdu kunnað lisið, hvussu aðrir 15 ára gamlir skúlaungdómar úti í heimi loysa júst hetta slagið av spurningum.

 

Um lærarar og næmingar yvirhøvur ikki hyggja eftir PISA-uppgávunum og svørunum, merkir hetta, at allir partar læra ikki tað sum vit kunnu av hesi kanning.

 

Almannakunngjørdu spurningarnir frá PISA2005-undankanningi kunnu takast niður niðast á síðuni. Tað ber til at fara inn á OECD-heimasíðuna, - ella í rapportirnar frá 2003 kanningini, og lesa viðgerðina av teim almannakunngjørdu spurningunum. Bæði teimum frá 2005-undankanningini og teim frá 2006 kanningni. Hav í huga, at tann føroyska 2005 kanningin var ikki ein ordilig PISA-kanning, men ein fyrireiking fyri at sleppa at vera við í 2006.





Viðfestar fílur

Grand_Canyon.pdf208 K
Ilegubroytt_groedi.pdf37 K
Klaedi.pdf22 K
Likamsvenjing.pdf49 K
Mary_Montagu.pdf34 K
Solverjur.pdf73 K
Surt_Regn.pdf490 K
Vakstrarhusarinid.pdf44 K

Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.