13.10.2006


Børn skulu læra nógv í skúlanum og trívast!

Foreldrafelagið Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdina av undirvísingini í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast. Hvussu kunnu vit foreldur stuðla uppundir hetta?

Tað er neyðugt, at vit foreldur komandi tíðina seta orð á okkara leiklut. Okkara møguleikar fyri ávirkan eiga at ganga báðar vegir, tvs vit skulu ávirka barnið til at læra betur, og vit skulu ávirka skúlan til at vera ein enn betur læringsdepil fyri hvørt einstakt barn. Vit skulu sum foreldur røkja okkara fjølltáttaða leiklut at stuðla læringini hjá barninum . Hetta inniber, at vit mugu fylgja við í nýggjari vitan um hetta øki. Samfelagið broytist alla tíðina og okkurt av tí, sum var galdandi fyri skúlagongdina, tá vit sjálvi gingu í skúla, er kanska ikki galdandi longur. Vit mugu hava lætta atgongd til nýggja vitan um, hvussu vit sum foreldur stuðla skúlagongdini hjá børnum okkara.

 

Nakrir av spurningunum eru, hvat kunnu vit foreldur gera fyri at hjálpa barninum, og hvussu kunnu vit fáa ávirkan. Hesar broytingar eiga at vera bygdar á veruliga og nýggja vitan frá kanningum og gransking.

 

Desforges, C., 2003. The impact of parental involvement, parental support and family education on pupil achievement and adjustment: A review of literature.: Research Report RR433 . Dep.for education and skills. Nottingham, UK.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.