13.10.2006


Foreldur hava ein avgerandi leiklut fyri læringina hjá barninum

Foreldur og familja eru fyrstu og fremstu lærararnir hjá barninum. Henda vitan byggir á granskingarúrslit í nógvum londum , eitt nú úr Noreg, Danmark, Onglandi og USA og henda vitan er av allarstørsta týdningi at breiða út millum øll tey, sum varða av skúlanum.

Tað, at vit foreldur eru lærarar hjá teim smáu børnunum, er ikki nýtt fyri okkum. Barnið skal læra ómetaliga nógv tey fyrstu árini, og vit ivast neyvan í, at henda uppgáva hvílir fyrst og fremst hjá familiuni.

 

Tað, sum nýggjar kanningar hava borið fram seinastu 10 árini, er at okkara týdningur sum lærarar fyri børnum okkara, hvørvur ikki, tá tey byrja í 1.flokki. Og tað er nýggj vitan fyri mong av okkum.

 

Granskingarúrslitini vísa, at heimið hevur størri ávirkan á avrikið hjá barninum enn skúlin, og sostatt, at stórir menningarmøguleikar hjá skúlanum liggja í at draga foreldrini uppí á rættan og skilagóðan hátt . Kanningarúrslitini punktera samstundis onkrar mytir um hesi viðurskifti.

 

Til dømis vísa kanningarnar ein samanhang millum dugnaligar næmingar og vælútbúgvin foreldur, meðan enn størri samanhangur er millum dugnasemi hjá næminginum og møguleikarnar hjá barninum at samrøða við áhugaði vaksin í heiminum. Neyðugt er sostatt sum skjótast at seta orð á hvønn leiklut foreldur hava fyri innlæringina hjá skúlabarninum.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.