13.10.2006


Foreldur hava ábyrgd og mugu hava ávirkan

Foreldur eiga at fáa ein størri leiklut í skúlagongdini hjá barninum. Tey eiga at vera við til at seta málsetning hjá barninum fyri innlæring og tey eiga at seta krøv til skúlan. Í hesum eigur dentur at vera lagdur á dygd í innlæring.

Fólkaskúlalógin leggur dent á samstarv við foreldur. Í endamálsorðingini fyri fólkaskúlalógina stendur: Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.







Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.