03.11.2013


Skúlastýrini hava tørv á førleikamenning

Ein av høvuðsniðurstøðunum á fundi, sum felagið Heim & Skúli skipaði fyri 2. november var, at tað er tørvur á at fáa førleikament skúlastýrinini kring landið. Tað er ov langt millum reglur og praksis.

Foreldrafelagið Heim & Skúli skipaði fyri kunningar- og kjaktiltaki fyri skúlastýrislimir og onnur áhugað leygdardagin 2. november. Umleið 40 fólk vóru á fundi.

Ljóskastarin varð serliga settur á, hvørjar uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru og hvat tey í praksis arbeiða við. Eisini vóru onnur mál umrødd.

Jenny Lydersen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, greiddi frá søguni við skúlastýrunum og greinaði, hvørjar uppgávur skúlastýrini sambært fólkaskúlalógini hava. Uppgávurnar eru rættiliga umfatandi og víttfevnandi, frá at gera meginreglur fyri stóran part av virksemi til skúlans til góðkenning og eftirlit á nógvum økjum.  Framløgan kann síggjast her


Annika Antoniussen, lærari á Námsvísindadeildini, greiddi frá, hvussu lærarar verða skúlaðir til samstarvið millum Heim & Skúla í læraraútbúgvingini. Hetta er serliga partur av felags lærugrein fyrsta árið, men er eisini partur av ymsum lærugreinum gjøgnum útbúgvingina, har tað er viðkomandi. 


Justin Philbrow, nevndarlimur í Heimi & Skúla, legði síðani fram fyribils niðurstøður frá spurnarkanning, sum felagið hevur gjørt. 29 skúlastýri, tað eru umleið 60 % av skúlunum í Føroyum, hava svarað. Hesir skúlar umboða tó 73 % av næmingunum. 


Spurningarnir snúðu seg um trý ymisk øki: Alment um skúlan og skúlastýrini, um uppgávurnar ásettar í fólkaskúlalógini og so ymiskt. Heilt stutt kann staðfestast, at tey mál, sum skúlastýrini arbeiða við, eru tey, sum skúlastýrið sjálvt tekur upp og at áhugin fyri arbeiðinum hjá skúlastýrunum er yvirhøvur ikki stórur. Tað er púra greitt, at hóast ein røð av uppgávum og skyldum eru ásettar í fólkaskúlalógini, sum eru tað fleiri av hesum økjum, sum skúlastýrini als ikki ella í lítlan mun fáast við.

Í sambandi vð spurningin um, hvørt skúlastýrini góðakenna undirvísingarætlanirnar, kom fram, at hetta ikki er galdadni longur, tí skipan við námsætlanum er sett í verk, síðan ilógin varð sett í gildi.

Eitt ávíst fyrivarni skal takast fyri, at í sambandi við spurningar um áseting av meginreglum, so hava fleiri skúlastýri svarað, at tey ikki hava ásett ymsar reglur. Tað er tó møguligt, at undanfarin skúlastýrir á hesum skúlum, hava ásett slíkar reglur. Ivin staðfestir tørvin á at sjónliggera bæði uppgávurnar og reglurnar, sum skúlastýrini hava ásett. Her vóru heimasíður skúlans nevndar sum eitt gott stað at savna regluverkið.  Øll framløgan kann síggjast her.

Partarnir vóru samdir um, at tað hevði verið gott við greiðarikunning um, hvat skúlastýrini í grundini eiga at arbeiða við og at lata tey í itl hetta arbeiðið. EIn av ætlanunum hjá nevndini at seta spurnarkanningina i verk var eisini at gera skúlastýrini varug við, hvørjar uppgávur liggja til teirra at fáast við.

Tað vóru bara fyrstu yvirornaðu niðurstøðurnar úr kanningini, sum vóru lagdar fram á fundinum. Nevndin fer seinni at greina tilfarið nærri og leggja hesi úrslit fram og brúka tey í samskiftinum við myndurgleikarnar.  Felagið heitir á tey skúlastýrini, sum ikki hava svarað spurnarkanningini, um at umhugsa at gera hetta sum skjótast. 








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.