29.04.2014


Nevndin - Frásøgn frá 4. fundi 4.1.2014

Fundurin var á Bryggjubakka í Havn leygardagin 4.1.2014 frá kl. 12 til 15.45.

Á fundi: Annika, Justin, Mildrid, Olgar og Tordis

1.) Góðkenning av skráSkráin góðkend 


2.) Fíggjarstøða
14 skúlastýri hava goldið limagjald. Í sambandi við at ein kommuna umvegis skúlastýri gjørdi vart við, at kommunan kann ikki rinda limagjald til felagið vegna vantandi heimildir, varð fyrispurningur sendur MMR um málið. Svarið frá løgfrøðinginum, dagfest 20.11.13, staðfestir, at felagið hevur ikki kravt limagjald, men at tað hevur heitt á skúlastýrini um at gjalda. Tað er upp til kommunurnar/skúlastýrini at gera av um tey ynskja at stuðla arbeiði felagsins. Eitt ivamál sambært MMR er, hvørt samlaða skúlastýrið kann vera limur í einum áhugafelag, politisku umboðini kunnu tá møguliga koma í eina áhugatvístøðu. MMR metir, at foreldraumboðini í skúlastýrinum kunnu vera limir í felagnum. 
Kunning um hesa niðurstøðuna og áheitan um at taka støðu til limaskap í felagnum verður send skúlastýrinum aftur.  Eisini verður áminning send MMR um stuðulin, sum varð játtaður í 2013, men sum enn ikki er útgoldin.

3.) Eftirmeting av spurnarkanning millum skúlastýri
30 skúlar hava svarað spurnarkanning felagsins, hesi fevna um næstan 80 % av næmingunum. Kanningin gevur eina áhugaverda mynd, sum m.a. staðfestir,  at tørvur er á førleikamenning í mun til, hvørjar uppgávur skúlastýrini eiga at taka sær av. Eisini verður staðfest at tørvur er á at tryggja framhaldið og vitanarspjaðingina í mun til arbeiðið hjá undanfarnum skúlastýrum. Eitt fyrivarni, sum má takast í mun til kanningina er, hvørt skúlastýrini hava svarað uppá arbeiðið hjá skúlastýrunum generelt ella bara arbeiðið í verandi valskeiði. Niðurstøðurnar frá kanningini verða brúktar í fyrireiking av førleikamenningardegi í mars.
Nevndin samd um at vit eiga at gera eitt nýtt spurnarblað í2014 við færri spurningum, har vit spyrja inn til okkurt av tí, sum serliga haltaði í arbeiðinum, og at vit her ansa eftir at spyrja, so tað er púra greitt, hvat tíðarskeið vit spyrja um.

4.) Eftirmeting av fundi 2. november
Felagið skipaði fyri fundi á Námsvísindadeildini 2. november. Sí http://www.heimogskuli.fo/index.php?id=31&tx_ttnews%5Btt_news%5D=75&cHash=c84147561115dade57830fb75e1370bd Fundurin var væl vitjaður, eini 40 fólk. Umboð vóru úr øllum økjum í Føroyum og afturmeldingarnar eftir fundin vóru positivar.
Nevndin samtykt at fylgja fundinum upp við at skriva bræv til skúlastýrini við áheitan um at skipa økissamstarv – brúka dømi úr spurnarkanningini, at tey kunnu samstarva um okkurt av tí, sum tey eiga at gera, men fá hava gjørt. AS ger uppskot til skriv. Eisini samtykt at skipa fyri uppfylgjandi førleikamennandi tiltaki.

5.) Tiltak til førleikamenning av skúlastýrum
Samtykt at skipa fyri tiltaki 15. mars í Havn.
Nevndin arbeiðir við at gera eina fjølbroytta skrá við fokus á hvat ítøkiliga verður væntað av skúlastýrunum,  hvat tey kunnu gera fyri at tryggja framhald í arbeiðinum og við onkrum fólki útifrá við íblástri.

6.) Áseting av aðalfundi
Samtykt at hava fundin 3. mai 2014

7.) Endurskoðan av viðtøkum
Viðtøkur eru ongantíð formliga samtyktar fyri felagið. Nevndin ger endurskoðað uppskot útfrá uppruna uppskoti til reglugerð, sum varð lagt fram á aðalfundi í 2007.
Uppskot til viðtøkur skal sendast út í góðari tíð saman við innkalling til aðalfundin.

8.) Kunning frá limunum um luttøku á fundum o.l.
Fólkaskúlaráðið
AS á fundi 7.11. og 16.12.13. Kunnaði um fundirnar higartil.

Undirvísing á Námsvísindadeildini
JP var á NÁD vegna felagið 9.12.13. Hevði framløgu fyri 1. árs læraralesandi.
Felagið fegnast um at hava hendan møguleikan at fáa sett evnið heim & Skúla samstarv á skrá í samskiftinum við tey læraralesandi. Samd um, at vit eiga at raðfesta hetta økið høgt eisini framyvir.  

Skúlaleiðaradagurin
JP á fundi vegna felagið 10.12.2013.
MMR skipaði fyri fundinum, kunning og kjak um PISA kanningina á skránni. Tað er fyrstu ferð, at umboð fyri H&S var við. Eisini vóru umboð fyri Lærarafelagið og NÁM. 

Kveikingardagurin hjá SSP
TN á fundi 8. 11.13.

9.) Miðladekningur 2013
Skúlablaðið
Hava havt tilfar í 3 bløðum á heysti 2013. Hava  avtalu um tilfar til eina síðu í hvørjum blað.

Loftmiðlar og bløð
AS var í Góðan Morgun Føroyar 21.5.2013
AS var í Surk 2.11.13 um kunningarfundin á Námsvísindadeildini
AS var í tíðindasending hjá ÚF um talgilding av próvtøkum v.m.  6. og 7.11.2013
JP var í Degi & Viku 10.12.13 um PISA kanningina
AS var í Radaranum 11.12.13 um PISA kanningina
Nevndin hevur sent miðlunum ymiskt tilfar, sum eisini er lagt á heimasíðuna, og okkurt av hesum hevur verið lagt á portalar og prentað.

Heimasíðan og Facebook
AS og JP hava leypandi lagt ymiskt aktuelt tilfar á heimogskuli.fo og á FB síðu felagsins. Gamli FB bólkurin hjá felagnum verður nú niðurlagdur. JP tekur sær av hesum.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.