19.11.2014


Frásøgn frá kunningar- og kjakfundi 15. novembur

Heilt fitt av foreldraumboðum úr skúlastýrum kring landið høvdu leitað sær á fund, sum hesaferð var í Sankta Frants skúla í Havn.

Skráin var hendan:

Heim og skúli – Vælkomin

Magnus Tausen (Nám) – virksemið hjá Námi, gerð av undirvísingartilfari v.m.

Spurningar og kjak um undirvísingartilfar

Jenny Lydersen (MMR) – kunning um trivnaðarkanningina 2014 hjá MMR

Spurningar og kjak um trivnaðarkanningina


Kjak – hvat er ein góð trivnaðarætlan?

Kjak – deila hugskot um góð evni til felags foreldrefund, hvat hevur riggað væl, hvat hevur riggað minni væl?

Virksemið hjá Námi

Magnus Tausen greiddi frá um virksemi hjá Námi. Hvørjar tænastur Nám veitir, til hvønn og bygnaðin á stovninum. Um Snar, sum er skipaður eftir námsætlanunum hjá skúlunum og er eitt felags samlingsstað fyri tilfarið hjá Námi og øðrum. Eisini bleiv útgávuleisturin nú og framyvir umrøddur. Undir hesum varð tosað um prentaðar útgávur, sBøkur, sum eru talgildar burturav og flexbøkur, ið er ein ávegis verkætlan saman við Alinea.


Fyri framman eru stórar avbjóðingar hjá Námi viðvíkjandi útgávum og yvirskipað um føroyska málið skal valda ella ikki.

Magnus Tausen heitti á skúlastýrini um at hava í huga, at framyvir skal sami pengapungur gjalda bæði innihald og tól. Her verður sipað til talgilt tilfar, sum setur alsamt størri krøv til tøkniligu útgerðina hjá skúlunum.

Kanning um happing

Jenny Lydersen greiddi frá kanningini um happing, sum fer fram í 5., 7. og 9. flokkunum 11. – 28. novembur 2014. Hon kom inn  á endamál, grundarlag, hvør stendur fyri kanningini, hvussu hon er skipað og legði eisini fram eina tíðarætlan fyri, nær úrslitini verða tøk og nær tey verða viðgjørd. Tá frágreiðingin er handað landsstýrismanninum 28. apríl 2015, verður skipað fyri eini ráðstevnu um trivnað í mai 2015.

Jenny kom eisini inn á kanningina um happing, sum varð gjørd í 2007 og hvørji átøk vórðu sett í verk.  M.a. varð ljós varpað á trivnað og virðisgrundarlag í skúlunum og tað bleiv álagt øllum skúlum at gera eina trivnaðarætlan. Foreldrafelagið “Heim og skúli” sendi í fjør eitt spurnarblað til skúlastýrini kring landið, har tað m.a. bleiv spurt um skúlin hevði eina trivnaðarætlan. Tað vísti seg, at fáir skúlar høvdu eina slíka og hevur felagið gjørt MMR varug við hetta.

Lívligt kjak

Aftaná báðar framløgurnar var gott kjak um evnini. Serliga varð nógv tosað um avbjóðinagrnar í skúlunum við tøkni. Her varð eftirlýst at tað verður gjørd ein neyv útrokning av, hvat tøkni kostar at keypa og brúka, t.d. um tað loysir seg best at brúka teldlar heldur enn teldur og um ebøkur eru ein bíligari loysn í longdini í mun til prentaðar bøkur.

Fundurin endaði við einum kjaki um, hvat ein góð trivnaðarætlanog hvussu ein slík kann gerast. Tað er rættast at hvør skúli ger sína egnu truvnaðarætlan, men tað er góður íblástur at fáa við at hyggja at, hvat onnur hava gjørt. Eitt ynski var at tað fanst ein stutt vegleiðing ella frymil, sum skúlastýri og leiðslur kunnu brúka til at gera sína trivnaðarætlan út frá. Hesum fer felagið at arbeiða víðari við.

Tíðin fór undan, so vit kjakaðust als ikki um seinasta punkt á skránni.

Les um flexbøkur her

http://www.youtube.com/watch?v=gJDnxszEgHE

http://www.alinea.dk/flexbog/

 

Framløgurnar

Um Nám - Magnus Tausen 

Kanning um happing - Jenny Lydersen

Um trivnaðarætlanir - Justin Philbrow








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.