30.12.2014


Áheitan um at finna felags varandi loysn fyri netorðabøkur

Heim og Skúli harmast almikið um støðuna, sum er íkomin, nú líkt er til, at orðabókatænastan hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum ikki verður tøk hjá børnum okkara eftir nýggjár.

Tað var eitt stórt framstig fyri føroyskan skúlaskap, tá partarnir í 2010 fóru undir skipanina. At hetta bleiv knýtt saman við FirstClass skipanini hjá skúlaverkinum var eisini ein framúr loysn. At nú fyrst orðabøkurnar og eisini hendan ómakaleysa innritingarskipan hvørva fyri fólkaskúlanæmingar 1. januar er eitt stórt afturstig fyri føroyskan skúlaskap.

Heim og Skúli heitir á avvarðandi skúlamyndugleikar, tað er kommunur og land, um alt fyri eitt at finna fram til eina felags varandi loysn fyri framhaldandi atgongd til orðabókatænasturnar, so fólkaskúlanæmingar ikki fara at merkja eitt stórt afturstig í síni skúlagongd.

Somuleiðis meta vit, at møguleikarnir fyri eini opnari og ókeypis orðabókaskipan fyri øll eiga at vera kannaðir nærri. Tí tað hevði verið besta loysnin fyri allan skúlaskap og móðurmál okkara.








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.