06.04.2016


Frásøgn frá aðalfundi 2. apríl 2016


Leygardagin 2. apríl hevði Heim & Skúli aðalfund í Eysturskúlanumí Havn. 20 fólk vóru á fundi.

 

Fyrst vóru tvær framløgur sum upplegg til kjak.

 

Magni á Lakjuni, skúlastýrisformaður á Eysturskúlanum, legði fram kanning av netvanum hjá næmingum á Eysturskúlanum, sum skúlastýrið hevur gjørt saman við øðrum á skúlanum.  

 

Dagbjartur Debes, lærari á Námsvísindadeildini,  hevði framløgu um ymiskt, sum til ber at lesa burturúr eftirmetingum ella royndum i Fólkaskúlanum, tá tær verða hagtalsviðgjørdar.  

 

Báðar framløgurnar vóru sera spennandi og gott kjak var um tær. Meira verður at frætta um hesar seinni.

 

Síðani var sjálvur aðalfundurin sambært viðtøkum felagsins.

 

Ársfrágreiðing løgd fram

Annika Sølvará, forkvinna legði fram ársfrágreiðing, sum tað síðani varð høvi at spyrja til og viðmerkja. Hóast nevndin ikki hevur havt so nógvar nevndarfundir hevur verið nógv virksemi og samskifti. Felagið er við í nógvum arbeiði, ikki minst hjá Mentamálaráðnum, og hetta fer við fitt av tíð. Fundarfólkið fegnaðist um arbeiðið í farna árinum og tók undir við, at hildið verður fram á somu leið.

 

Ársfrágreiðingin frá nevndini er her

 

Ársroknskapurin góðkendur

Justin Philbrow legði fram roknskap til góðkenningar. Á seinasta aðalfundi varð kunnað um, at felagið ikki fær kravt limagjald frá skúlastýrunum. Í staðin hevur felagið søkt um og fingið játtað kr. 15.000 í stuðli frá Mentamálaráðnum  til at reka felagið fyri og skipa fyri tiltøkum. Søkt er aftur um somu upphædd í 2016.

 

Ynskja tættari samband millum skúlastýrini

Framtíðar mál fyri felagið vóru umrødd, serliga við støði í kjakinum frá framløguni um eftirmetingar av fólkaskúlanum og um, hvussu felagið kann fáa betri og tættari samband við øll skúlastýri. Her varð heitt á nevndina um at seta seg í samband við øll skúlastýri og biðja tey velja eitt ábyrgdarfólk at umboða skúlastýrið í Heim & Skúla høpi.  Eisini varð skotið upp, at umboð fyri Heim & Skúla luttekur á økisfundum, tá fleiri skúlastýri hittast.

 

Kunnað var um, at nevndin hevur heitt á Mentamálaráðið um at royna at eggja fólki til at stilla upp til skúlastýrisvalið í heyst. Nevndin helt, at felags tiltakið í heyst fyri skúlastýri eigur at hava skúlastýrivalið, rekrutering og klárlegging av uppgávum sum høvuðsevni.

 

Viðtøkurnar dagførdar

Nevndin hevði skotið upp at tillaga viðtøkurnar samsvarandi broytingunum við limagjaldi og at rudda í aðalfundarskránni. Hesar broytingar vóru góðkendar. Harafturat var gjørt av at broyta áseting av aðalfundi, so hann skal vera um várið, heldur enn sum tað stóð, at hann skal vera í apríl. Eisini varð roknskaparárið broytt til kalendaraárið.

 

Dagførdu viðtøkurnar eru her

 

Nevndarval

Nevndarval var eisini á skránni. Øll nevndn stóð fyri vali. Tordis Nielsen boðaði frá at hon ikki ynskti at stilla uppaftur. Súsanna Bertholdsen, sum hevur verð varaumboð, hevði hinvegin játtað at stilla upp. Eingin annar bjóðaði seg fram, so hinir limirnir játtaðu allir at taka við vali  eitt ár afturat.   

 

Í nevndini komandi árið eru Annika Sølvará, Justin Philbrow, Mildrid á Lógv, Olgar Mortensen og Súsanna Bertholdsen. Tey umboða skúlar í Tórshavn, Toftum, Klaksvík, Vági og Tvøroyri.

 

Einki varaumboð varð valt. Um onkur hevur hug at bjóða seg fram vera varafólk, so er at siga frá á heimogskuli(at)gmail.com








Aftur til: Tíðindi

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.