Um skúlastýri

Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar.

Mentamálaráðið hevur eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her.

Í stuttum lýsir Mentamálaráðið uppgávurnar hjá skúlastýrunum soleiðis í skrivi í sambandi við skúlastýrisvalið 2016:

Skúlastýrið sum bindilið millum skúla og heim 


Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, og er hetta ásett í endamálsgrein fólkskúlans, at arbeiði skúlans verður grundað á samstarv við foreldrini, ”uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja…,” og er hetta samstarv galdandi fyri alt virksemi skúlans bæði við atliti at fakligari og sosialari menning og trivnaði barnsins.

Skúlastýrið hevur tí ein stóran leiklut í hesum arbeiði, at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum. 


Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.