Vegleiðing til samskifti um trupul mál

Vanliga er samskiftið millum heim og skúla gott. Av og á stinga mál seg upp, har samskiftið vísir seg ikki at rigga nógv væl, ella har tað er tørvur á at samskifta við onnur enn við (floks)læraran.

Tað er meira enn so komið fyri, at okkurt mál er vaksið seg størri enn neyðugt, tí partarnir ikki hava vitað, hvønn tey skulu venda sær til, ella hvussu tað skal farast fram.

Vit í nevndini í Heimi og Skúla hava umrøtt, hvat vit halda er rættast, og best er at gera, um tú sum foreldur ella verji kemur í eina støðu, har tað er okkurt trupult mál, sum tú hevur tørv á verður tikið hond um.

 


Formliga ábyrgdarbýtið í skúlanum

 


Skúlastýrið skal sambært fólkaskúlalógini áseta meginreglur fyri virksemi skúlans:

 

·        undirvísingarætlan skúlans

·        arbeiðsbýtið og vikuætlanina

·        samarbeiðið millum skúla og heim

·        fráboðan til heimini um úrtøku næminganna

·        næmingafráverur

·        foreldrafundir, seturskúla, felagstiltøk o.a.

Í hesum ábyrgdarøkinum hjá skúlastýrinum eiga at verða lýstar leiðreglur fyri, hvussu næmingar, lærarar og onnur samskifta og loysa ósemjur og trupulleikar, sum koma í. Ofta hava skúlar skrivligt tilfar á heimasíðuni ella í faldarum, sum næmingarnir fáa við skúlaársbyrjan.


Tað er einstaki lærarin og flokslærarin, sum hava ábyrgd av at ansa eftir trivnaðinum hjá næmingunum í skúlanum. Teir kunnu og eiga at taka spurningar upp við einstaka næmingin ella í flokkunum, so hvørt sum teir staðfesta, at tørvur er á tí. Er talan um álvarslig mál, skal fráboðast heim og til skúlaleiðaran. Næmingar og foreldur hava ábyrgd av at gera skúlan og flokslæraran vart við trupulleikar, sum tað verður mett neyðugt at taka hond um.

Skúlastjórin ella skúlaleiðarin hevur evstu starvsfólkaábyrgd í skúlanum. Tað er tí hann, sum skal tryggja, at lærarar røkja sínar uppgávur, og at hond verður tikin um trupulleikar, sum stingast upp. Tað er eisini hann, sum hevur ábyrgd í øllum persónsmálum, og tí er hann tann, sum bæði lærarar og foreldur eiga at venda sær til í álvarsligum málum og tvístøðum.  

Er ein ósemja, sum ein lærari ikki tykist taka í nóg stórum álvara, ella sum viðkomandi ikki tykist megna at loysa, eiga foreldur ella verji í fyrsta umfari at samskifta ítøkilga um hendan spurningin við viðkomandi lærara og flokslæraran. Um hetta ikki hjálpir, so eigur at verða farið til skúlaleiðaran við málinum.

Er talan um at klaga um ein lærara, er tað eisini skúlaleiðaran, sum ein skal venda sær til. Er tørvur á at klaga um skúlaleiðaran, er tað Mentamálaráðið, sum er rætti myndugleikin at venda sær til. Tað er skilagott at kunna skúlastýrið í einum slíkum føri.

Skrivligt samskifti gott í álvarsmálum

Flestu mál eru lættast og best at loysa við munnligum samskifti, gjarna við fundum millum allar partar í málinum.

Í álvarsligum málum og í sambandi við beinleiðis ósemjur millum heim og skúla, meta vit tað vera skilagott at samskifta skrivliga (eisini), eitt nú við telduposti. Á tann hátt ber at lýsa málið gjølligari og í friði, uttan at at vera avbrotin ella at kjakið fer at snúgva seg um ymiskt annað á vegnum. Báðir partar hava møguleika at geva sær stundir at lýsa málið og at umhugsa støðuna. Tilfarið liggur eisini sum skjalprógv hjá báðum pørtum fyri, hvat er farið fram í málinum.

Um so er, at ymiskt verður avtalað munnliga, so er tað eitt gott hugskot at taka afturí hetta við telduposti og vísa til, hvat var avtalað. Um hin parturin er ósamdur, ber til at gera vart við hetta við at svara. Tað sama er galdandi, um annar parturin ikki ynskir at samskifta skrivliga, men heldur fast í at samskifta munnliga. Tá kann hin parturin vísa til munnligar samrøður í einum telduposti. 

Øll hava ábyrgd

Tað hevur stóran týdning, at allir partar gera sær greitt, at tað neyvan finst bara ein orsøk til ella ein loysn á einum máli. Ofta vaksa trupulleikar seg stórar, tí tað ov seint varð staðfest, at tað fanst ein trupulleiki. Tað kann vera, at tann sum følir seg at vera fyri órøttum ikki torir at boða frá ella ikki megnar at gera tað á ein hátt, so onnur síggja trupulleikan. Tað kann eisini vera, at onnur ikki síggja trupulleikan ella uppfata, at tað er ein trupulleiki. Tað kemur eisini fyri, at trupulleikar ikki vera tiknir í álvara, ella at teir vera undirmettir.

Um onkur kennir seg í slíkari støðu, vilja vit mæla til, at viðkomandi ger enn eina roynd at taka trupulleikan upp við onkran, sum viðkomandi hevur álit á, t.d. við foreldrini, ein floksfelaga, flokslæraran, AKT-lærararan ella heilsusystrina. Um hetta ikki hjálpir, so at fara víðari við málinum til næsta lið, inntil onkur tekur trupulleikan upp.

Halda foreldur, at skrivligu meginreglurnar fyri skúlan, sum skúlastýrið hevur ásett, ikki verða hildnar, kunnu foreldur seta seg í samband við skúlastýrið um hetta. Skúlastýrið eigur ikki at taka støðu til ítøkilig næminga- ella læraramál, tí tey hoyra undir ábyrgd skúlaleiðslunar. Hinvegin kann skúlastýrið verða kunnað um ítøkilig mál ella spyrja eftir støðuni í ítøkiligum málum, um tað er tørvur á tí. Skúlastýrið er tá mest eygleiðari og stuðul í málinum.


Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.