Nevndin í Heim og Skúla

Heim og Skúli: heimogskuli(at)gmail.com

Nevndin, sum varð vald á aðalfundi 22. apríl 2017 er skipað soleiðis:

 

Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, forkvinna. Vestmanna skúlastýri.

Mildrid á Lógv, næstforkvinna. Skúlastýrið á Skúlatrøð.

Rakul Borg Brattaberg, kassameistari. Vágs skúlastýri.

Rúna Antoniusen, skrivari. Skúlastýrið fyri Skúlan við Løgmannabreyt.

Janus Vang, tekniskur ábyrgdari. Kaldbaks skúlastýri.

Beinta Lisberg. Skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin

Eyðhild Mørk. Vágs skúlastýri.

Johan Müller. Vestmanna skúlastýri.

Signy Alexia Hermansen. Skúlastýrið fyri Sankta Frans Skúla.

Viðtøkur

Felagið varð stovnað á aðalfundi í Kommunuskúlanum í Tórshavn 10.juni 2006. Les um fyrsta aðalfundin og nevndina her

Viðtøkur felagsins vóru seinast dagførdar á aðalfundi 2. apríl 2016.
Galdandi viðtøkur síggjast her

Virksemið

Seinastu árini hevur nevndin skipað fyri 1-2 felags fundum árliga til førleikamenning og íblásturs fyri skúlastýrislimir og onnur áhugað. Harafturat er tað árligi aðalfundurin, har tað eisini er fyrilestur og kjak á skránni. Fundirnir verða skipaðir á ymsum skúlum í Tórshavn, oftast leygardag, tí tað er høgligast í mun til at fólk kring landið skulu kunnu hava møguleika at koma til og frá fundinum sama dag. Tilfar frá hesum fundum er at finna undir Tíðindum.

Nevndin úttalar seg og ger viðmerkingar til aktuel mál av týdningi fyri heim & skúla samstarv til miðlar og myndugleikar.

Nevndin umboðar felagið í Fólkaskúlaráðnum og ymsum arbeiðsbólkum eftir áheitan.

Nevndin hittist til fundar, tá tørvur er á tí. Annars samskiftir hon umvegis ein Facebook bólk, teldupost og telefon.

Alt arbeiðið er sjálvboðið og ólønt. Nevndarlimirnir, sum búgva uttanfyri Tórshavn, fáa tó endurgjald fyri koyring til og frá fundunum.

Eftir at hava roynt at kravt limagjald frá skúlastýrunum í nøkur ár varð á aðalfundi avgjørt heldur at søkja stuðul frá Mentamálaráðnum og møguliga øðrum til útreiðslurnar av at skipa fyri tiltøkum. Stuðulin frá Mentamálaráðnum hevur verið 15.000 kr. um árið í 2015 og 2016.

Fundir

Nevndin - Frásøgn frá 3. fundi 14.9.2013

Fundurin var á Bryggjubakka í Havn leygardagin...| meira

Nevndin - Frásøgn frá 2. fundi 15.6.2013

Fundurin var á Bryggjubakka í Havn.| meira

Nevndin - Frásøgn frá 1. fundi 18.5.2013

Fyrsti nevndarfundurin var á Bryggjubakka í Havn...| meira

Frágreiðing frá aðalfundi 18.02.2012

Fundurin var hildin í Skúlanum á Argjahamri. Tey...| meira

Fundarfrágreiðing frá aðalfundi

Heim og Skúli helt 10. Apríl 2010 kl. 13.00...| meira

Fundarfrágreiðing

Nevndarfundur 6. juni 2008| meira

Fundarfrágreiðing

Aðalfundur 17. november 2007| meira

Vísir úrslit 8 til 14 av 20

Heim og Skúli -- Öll Rættindi Tilskilað.